Navigation top

FAMILJUDAGURIN 2021

Sunnudagin 06.juni kl 12:30-18 verður árligi familjudagurin og aðalfundurin hildin í barnagarðinum á Mýrunum, Runavík.

Ætlanin við familjudegnum er fyrst og fremst at ættleiðingarfamiljur kunnu koma saman til hugna, spæl og prát. Á degnum heldur felagið eisini aðalfund, samstundis sum okkurt undirhald er til børnini.

 

Skráin fyri familjudagin:

Kl. 13.00 Matur úr ymsum londum

Kl. 14.30 Aðalfundur / tricking frálæra og spæl í Bylgjuni

Kl. 15.30 Drekkamunnur

Kl. 15.45 Frásøgn um ferð aftur til føðilandið Etiopia – Amy, Birgit og Helgi greiða frá

Kl. 16.30 Avrundan

 

Tilmelding

Tað er ókeypis at luttaka, og tilmelding verður gjørd við at senda teldupost til svanna@vesturdal.com ella ring á 276126.

Seinasta freist at melda til er fríggjadagin 28. mai 2021.

 

N.B. – legg til merkis at Tórshavnar Maraton er hendan dagin, so Hvítanesvegurin er stongdur millum 13 og 19.

 

Aðalfundurin

Øll nevndin stendur fyri valið, og eitt fleirtal stillar ikki upp aftur. Tí er vónin, at møtt verður fjølment, soleiðis at nevndin verður mannað, og felagið kann halda áfram.

Endamálið hjá felagnum er at virka fyri áhugamálum hjá ættleiddum, familjum teirra og hjá teimum, ið ætla at ættleiða. Virksemið hjá Ættleiðingafelagnum hevur støði í tørvinum og rættindunum hjá barninum, sum ásett í barnasáttmálanum hjá ST og Haag konventiónini viðvíkjandi altjóða ættleiðing.

Vónin er, at felagið framhaldandi kann virka fyri hesum áhugamálum, og annars verður við til at kunna og vegleiða um ættleiðing.

Familjur, sum hava ættleitt ella ætla at ættleiða kunnu verða limir í ættleiðingarfelagnum. Eisini kunnu vaksin ættleidd og familjur teirra verða limir.

Skrá fyri aðalfundin er hendan:

  1. Val av fundarstjóra og fundarskrivara
  2. Frágreiðing frá formanninum
  3. Framløga og góðkenning av grannskoðaðum roknskapi
  4. Innkomin uppskot
  5. Virkisætlan felagsins
  6. Áseting av limagjaldi
  7. Val av 4-5 nevndarlimum og 2 tilfakslimum
  8. Val av 2 grannskoðarum
  9. Ymiskt

 

Ættleiðing í Føroyum á facebook

Umframt at Ættleiðingarfelagið hevur eina heimasíðu www.aettleiding.fo, so eru bólkar á facebook um ættleiðing i Føroyum.

  • Ættleiðing í Føroyum er ein almennur bólkur, sum er ætlaður øllum føroyingum, ið á ein ella annan hátt eru áhugaðir í ættleiðing.
  • Ættleiðingarforeldur í Føroyum er ein privatur bólkur fyri ættleiðingarforeldur og komandi ættleiðingarforeldur.
Comments are closed.

Ættleiðingarfelagið