Navigation top

AÐALFUNDUR FUNDARFRÁGREIÐING

Aðalfundurin varð hildin í Kollafjarðar skúla tann 25 september 2018.

FUNDARFRÁGREIÐING

Bessi Bjarnasson, formaður felagsins, bjóðaði vælkomin.

Val av fundarstjóra og fundarskrivara: Nevndin skeyt upp at Bessi Bjarnasson skuldi vera fundarstjóri og Annie Heinesen fundarskrivari. Eingin hevði nakað ímóti tí, og uppskotið varð samtykt.

Formansfrágreiðing: Bessi greiddi frá at á fyrsta nevndarfundið varð nevndin skipað við Bessa Bjarasson sum formanni, Annie Heinesen skrivari, Hákun Andreassen kassameistari og Birita Tausen og Jóhann Lutzen sum nevndarlimir.

Avgjørt var at arbeiða við at gera faldarar til skúlar og barnagarðar í mun til ættleidd børn, og bjóða fakligt skeið til lærarar og námsfrøðingar.

í Apríl 2018 var felagið á fund fyri Trivnaðarnevndini í samband við nýggju ættleiðingarlógini í samband við yvirtøku á familjurættarliga økinum í Føroyum. Síðst í apríl varð lógin samtykt í Løgtinginum við 3.viðgerð.

Í Juli 2018 sendi felagið inn viðmerkingar til kunngerðina um ættleiðing.

Tað hevur ikki gingið sum ynskt við at fáa nevndina at arbeiða saman og tí var eingin familjudagur í ár, og ætlaða arbeiði ikki gjøgnumført. Bessi tók seg í fyrsta umfarið frá sum formann, men avgjørdi eftir áheitan at halda fram sum formaður til eftir aðalfundin. 

Roknskapurin: Hákun Andreassen legði grannskoðaða roknskapin fram. Roknskapurin varð góðkendur.

Uppskot: Eingin uppskot vóru komin til aðalfundin, men Annie Heinesen skeyt upp at viðtøkurnar hjá felagnum broyttist, soleiðis at næstformaður eisini verður valgdur. Fundurin avgjørdi at hendan avgerðin bíðar til næsta aðalfund.

Virkisætlan felagsins: Sum undanfarna ár: faldarir og faglig skeið. Spurningur varð tó settur við um hetta er neyðugt nú tá Gigni stendur fyri PAS økinum.

Ásetan av limagjaldi: Samtykt var at halda fast í verandi limagjali á 400 kr til familjur, ið hava ættleidd sum pør og 200 kr til familjur, ið hava ættleidd sumstøk .

Val av nevndarlimum: Hákun Andreassen, Birita Tausen og Jóhann Lutzen stóðu fyri vali. Hákun Andreassen stillaði upp aftur og varð afturvaldur. Birita og Jóhann ynsktu ikki at stilla upp aftur. Fundurin valgdi Sunrid á Borg og Svannu V. Lutzen  í nevndina.

Val av eykalimum: Fundurin valgdi Duritu Hansen og Jan Rasmussen sum eykalimir.

Val av grannskoðarum:  Núverandi grannskoðarar Birita Signýardóttir og Sonja Mørkøre vóru ikki á fundinum. Hákun spyr um tær vilja halda fram sum grannskoðarar.

 

Eftir aðalfundin greiddu Monica Hjelm Rasmussen, fakligur stjóri á Familjufyrisitingini og Leila Olsen, heilsufrøðingur í Gigni hvussu ættleiðingarskipanin fer at fungera nú vit hava yvirtikið málsøkið, hvat tað inniber at vit hava fingið PAS, og hvørji rættindi vit hava.

Comments are closed.

Ættleiðingarfelagið