Navigation top

gigni Í Gigni – heilsufrøði til børn & ung,  hava vit í eina tíð arbeitt við, at betra um tilboðið til familjur sum ættleiða børn.

Tað eru í løtuni 3 heilsufrøðingar, sum hava ábyrgdina av hesum økinum, og arbeiða teir støðugt við at ogna sær nýggja vitan, so vit áhaldandi kunnu bjóða eina betri tænastu.

Tit eru hjartaliga vælkomin at seta tykkum í samband við okkum, tá tit hava tørv á tí – óansæð hvar í tilgongdini tit eru.

Vit kunna til dømis:

  • skipa so fyri at tit møta øðrum í somu støðu sum tit. Millum annað skipa mammubólkar – eisini fyri tykkum sum bíða.
  • koma á heimavitjan áðrenn tit fara eftir barninum
  • koma á heimavitjan beinanvegin eftir at tit eru komin heim við barninum

Sum mannagongdin er í løtuni, fáa vit boð frá Ríkisumboðinum nakað eftir at tit eru komin heim við barninum, og hoyra tit tá frá okkum – hetta kann vera 2-3 vikur aftaná.

Um tit ynskja at gera brúk av omanfyristandandi tilboðum eru tit tí hjartaliga vælkomin at seta tykkum í samband við okkum.

Leila Olsen

tlf. 562392, teldupostur: leilao@gigni.fo

Kala Rajani

tlf. 562338, teldupostur: kalar@gigni.fo

 

 

Ættleiðingarfelagið