Navigation top

Viðtøkur fyri Ættleiðingafelagið

§ 1 Navn felagsins er Ættleiðingafelagið og heimstaður tess er Føroyar.

§ 2 Endamál felagsins er at virka fyri áhugamálum hjá ættleiddum, familjum teirra og hjá teimum, ið ætla at ættleiða. Virksemið hjá Ættleiðingafelagnum hevur støði í tørvinum og rættindunum hjá barninum, sum ásett í barnasáttmálanum hjá ST og Haag konventiónini viðvíkjandi altjóða ættleiðing.

Stk. 2. Ættleiðingafelagið virkar m.a. fyri:

a. At øllum verður givin somu rættindi, uttan mun til uppruna

b. At ættleidd verða integrerað í tað føroyska samfelagið

c. At kunna um ættleiðing, har tørvur er á tí

d. At umboða áhugamálini hjá felagnum mótvegis myndugleikum

§ 3. Í felagnum kunnu hesi gerast limir:

a. Familjur sum hava ella ætla at ættleiða og børn teirra undir 18 ár

b. Ættleidd yvir 18 ár og familjur teirra

Stk. 2. Sum stuðulslimir kunnu hesi gerast limir: Einstaklingar, familjur, feløg, virkir ella stovnar, sum ynskja at stuðla virksemi felagsins.

§ 4. Aðalfundurin er hægsti myndugleiki felagsins og verður hildin á hvørjum ári í apríl ella mai mánaði við hesari skrá:

1. Val av fundarstjóra og fundarskrivara

2. Frágreiðing frá formanninum um virksemi felagsins í farna ári

3. Framløga og góðkenning av grannskoðanum roknskapi

4. Innkomin uppskot

5. Virkisætlan felagsins

6. Áseting av limagjaldi

7. Val av 2 ella 3 nevndarlimum og 2 tiltakslimum.

8. Val av 2 grannskoðarum

9. Ymiskt

Stk. 2. Allir limir hava rætt til at møta á aðalfundi. Valbari og atkvøðurætt á aðalfundinum hava limir, sum eru allýstir undir §3 stk 1, eru yvir 18 ár og hava rindað limagjald áðrenn aðalfundin. Hvør persónur hevur eina atkvøðu.

Stk. 3. Aðalfundurin er altíð viðtøkurførur og tekur avgerðir við vanligum meirluta. Til viðtøkubroytingar er kravið tó, at ¾ av limunum við atkvøðurætti á aðalfundinum atkvøða fyri broytingunum.

Stk. 4. Atkvøðugreiðsla verður vanliga gjørd við at limir við atkvøðurætti rætta hondina upp. Um onkur ynskir tað, kunnu atkvøðugreiðslur tó verða skrivligar.

Stk. 5. Eykaðalfundur verður hildin um nevndin avgerð hetta ella um 1/3 av limunum við atkvøðurætti skrivliga boða nevndini frá, at teir ynskja ein eykaaðalfund. Eykaaðalfundurin skal verða hildin í seinasta lagi 3 vikur aftaná eina slíka áheitan.

Stk. 6. Nevndin kallar inn til aðalfund og eykaaðalfund í seinasta lagi 2 vikur áðrenn fundin. Skrá fyri fundin skal verða við í innkallingini.

§ 5. Nevndin hevur 5 limir og 2 tiltakslimir. Nevndarlimir verða valdir fyri 2 ár í senn. Annaðhvørt ár standa ávikavíst 2 og 3 nevndarlimir fyri vali. Tveir tiltakslimir verða valdir á hvørjum ári.

Stk. 2. Nevndin skipar seg sjálv við formanni, skrivara og kassameistara eftir hvørt nevndarval.

Stk. 3. Nevndin hevur avgerðarættin og dagligu ábyrgdina av virksemi felagsins. Nevndin tekur avgerðir við vanligum meirluta.

Stk. 4. Felagið verður teknað av a) formanninum og b) kassameistaranum. Nevndin tekur avgerð um einstaklinga ella kollektiva prokura.

Stk. 5. Um ein nevndarlimur sigur nevndarsessin frá sær, kemur tiltakslimur inn í nevndina fyri tíðarskeiðið, sum fráfarni nevndarlimurin var valdur fyri.

§ 6. Roknskapartíðarskeiðið hjá Ættleiðingafelagnum 1/1 til 31/12*

§ 7. Avtøka av felagnum kann verða tikið av aðalfundi ella eykaaðalfundi har ¾ av limunum við atkvøðurætti atkvøða fyri hesum.

Stk. 2. Ognir felagsins verða latnar til góðgerandi endamál fyri ættleidd børn.

—————————-

Hesar viðtøkur eru samtyktar á stovnandi fundi felagsins tann 3. apríl 2004.

(Á aðalfundinum 2013 varð § 4. broytt, “mai” varð lagt afturat.)

Ættleiðingarfelagið