Navigation top

ÆTTLEIÐINGARSTUÐUL

Í desembur 1994 viðtók Løgtingið lóg um ættleiðingarstuðul, har foreldur, ið ættleiða eitt útlendskt barn, kunnu fáa ættleiðingarstuðul á 15.000 kr til útreiðslur viðvíkjandi ættleiðingina.

01 januar 2001 hækkaði stuðulin til 50.000 kr.

01 januar 2009 hækkaði stuðulin til 75.000 kr.

06 mai 2014 hækkaði stuðulin til 100.000 kr.

Løgtingslóg nr. 42 frá 6. mai 2014 um broyting í løgtingslóg um ættleiðingarstuðul

Tú kanst søkja um ættleiðingarstuðul frá Almannaverkinum.
Stuðulin verður rindaður, tá ríkisumboðið sum ættleiðingarkannandi myndugleiki hevur sent Almannastovuni váttan um, at barnið er komið til Føroyar.

 

 

Ættleiðingarfelagið