Navigation top

Aðalfundur og hugni hjá Ættleiðingarfelagnum

Hóskvøldið 31. mars kl. 17 verður hugni og aðalfundur á Hotel Brandan í Tórshavn.

Við á degnum verða umboð fyri DIA og familjufyrisitingina. Eisini kemur John Martin at fortelja sína søgu, sum fyrsti ættleiddi í Føroyum. Ein máltíð verður á fáa. Børnini hava møguleika at spæla borðspøl og hugna sær saman.

 Skráin er hendan:

  • Kl. 17.00 John Martin Olsen fortelur sína søgu, sum fyrsti ættleiddi her á klettum
  • Kl. 17.45 Aðalfundur /spøl fyri børn
  • Kl. 18.30 Matur
  • Kl. 19.30 Upplegg frá DIA: tilbagerejse, biologisk ophav og aktindsigt

Tilmelding

Tað er ókeypis at luttaka, og tilmelding verður gjørd við at senda teldupost til svanna@vesturdal.com ella ring/sms á 276126.

Seinasta freist at melda til er 24. mars 2022.

Aðalfundurin

Øll nevndin stendur fyri vali, og eitt fleirtal stillar ikki upp aftur. Tí er vónin, at møtt verður fjølment, soleiðis at nevndin verður mannað, og felagið kann halda áfram.

Endamálið hjá felagnum er at virka fyri áhugamálum hjá ættleiddum, familjum teirra og hjá teimum, ið ætla at ættleiða. Virksemið hjá Ættleiðingafelagnum hevur støði í tørvinum og rættindunum hjá barninum, sum ásett í barnasáttmálanum hjá ST og Haag konventiónini viðvíkjandi altjóða ættleiðing.

Vónin er, at felagið framhaldandi kann virka fyri hesum áhugamálum, og annars verður við til at kunna og vegleiða um ættleiðing.

Familjur, sum hava ættleitt ella ætla at ættleiða kunnu verða limir í ættleiðingarfelagnum. Eisini kunnu vaksin ættleidd og familjur teirra verða limir.

Skrá fyri aðalfundin er hendan:

  • Val av fundarstjóra og fundarskrivara
  • Frágreiðing frá formanninum
  • Framløga og góðkenning av grannskoðaðum roknskapi
  • Innkomin uppskot
  • Virkisætlan felagsins
  • Áseting av limagjaldi
  • Val av 2 ella 3 nevndarlimum og 2 tilfakslimum
  • Val av 2 grannskoðarum
  • Ymiskt
Comments are closed.

Ættleiðingarfelagið