Navigation top

Á heimasíðuni hjá Ríkisumboðnum síggjast tey hagtøl, ið eru viðvíkjandi ættleiðingar í Føroyum. Tey strekkja seg frá 2005 – 2017.

Restin er at finna í ársfrágreiðingunum hjá Ríkisumboðnum, ið inniheldur nakrar fáar upplýsingar um hvussu nógv ættleiðingarloyvir eru givin. Verulig viðgjørd hagtøl eru tó eingi at finna. Hagtøl er nakað, sum hevur stóran áhuga, og er nakað sum øll okkara grannalond hava til taks alment. Hagtøl um hvussu nógv børn eru ættleidd, frá hvørjum londum, aldur á børnum o.a. eru tøl sum fólk hava rætt til at fáa innlit í. Ættleiðingarfelagið hevur áður roynt at fingið hesi viðurskiftir uppá pláss, og fer framhaldandi at strongja á, at fáa hagtøl gjørd. Hetta eigur at vera eitt rættuliga einfalt mál og bert ein spurningur um raðfesting, tá allir upplýsingarnar eru til at fáa fatur á.

Ættleiding-hagtøl

Ættleiðingarfelagið