Navigation top

FAMILJUDAGURIN 2014 Í HOYVÍK

Familjudagurin hjá Ættleiðingarfelagnum var í ár hildin tann 17 mai í Skúlanum við Løgmannbreyt í Hoyvík.

Dagurin byrjaði við morgunmati kl. 10. Síðani var ein fríløta har børnini hugnaðu sær í høllini við hoppimadrassum, fótbólti, klatring o.ø, meðan tey vaksnu fingu eitt gott prát.

Eftir døgurða bleiv aðalfundurin hildin. Formansfrágreiðingin var løgd fram og nevndin vísti á arbeiði seinasta árið og virkisætlan felagsins bleiv løgd fram. Formaðurin Ragnar Simonsen, Helgi Hansen og Birgir Nielsen stóðu fyri valið og ynsktu ikki at stilla uppaftur. Inn í nevndina komu Jóhann Lutzsen, Hákun Andreassen og Birita Tausen. Vit takka teimum 3 fráfarandi nevndalimum fyri tað arbeiði teir hava lagt í felagið seinasta árið. Tveir nýggjir tiltakslimir vóru valdir, hetta varð Sólbjørg Sivertsen og Durita Aabæk Hansen.

IMG_9085Jens Marni Hansen undirhelt við børnunum meðan aðalfundurin var.

 

10394040_10202939211035568_1958184625750945354_nMaria C. Nielsdóttir legði fram sína ætlan um at gerast “mentor” ella vegvísari fyri at samskipa soleiðis at ung ættleidd ella etnisk líka fólk,  kunnu koma í kontakt við hvønn annan. Hon greiddi frá sínari hugsan um hetta og greiddi frá hvussu hennara upplivingar vóru sum ættleidd úr Suðurkorea. Maria greiddi frá at hon ynskti at gerast “mentor” fyri at vaksin/ung ættleidd kunnu deila upplivingar og royndir. Men eisini fyri at vera ein fyrimynd fyri hvussu ættleidd passa inn í umhvørvi.

IMG_9133

 

Ráðgevandi ergoterapeutur Guðrun Guðjónsson hevði ein áhugverdan fyrilestur um rørslu- og sansasamskipan. Hon greiddi frá hvørji tekin foreldur kunnu geva sær far um. Somuleiðis greiddi hon frá um yvir- og undirstimulering av sansum, og um hvat kann geras fyri at betra um hetta.

IMG_9143

 

Til síðst fortaldi Ása Dánjalsdóttir sína ættleiðingarsøgu.  Ása greiddi frá at hon hevði havt eitt sera gott lív og hevði onga tráan eftir at søkja sín uppruna. Tað er altíð sera áhugavert at hoyra vaksin greiða frá sínari ættleiðingarsøgu, og søgan hjá Ásu var onki undantak. Hetta sáðst eisini aftur – nógvir spurningar vóru bæði til Ásu og til Mariu.

Nevndin takkar øllum teimum, sum vóru við og enn einaferð gjørdu dagin so góðan.

NEVNDIN

 

Myndir frá degnum kunnu síggjast her

One Response to FAMILJUDAGURIN 2014 Í HOYVÍK

  1. Anna 20.05.2014 at 12:52 #

    Tað sær út til at tit hava havt ein góðan og áhugaverdan dag. Spell at tað ikki bar til hjá okkum at vera við.

Ættleiðingarfelagið