Navigation top

EIN FØROYSKUR LEIÐBEINARI FYRI UNG ÆTTLEIDD

Á familjudegnum 2014 helt Maria C. Nielsdóttir ein fyrilestur um hennara  ætlan um at samskipa, soleiðis at ung ættleidd ella etnisk líka fólk,  kunnu koma í kontakt við hvønn annan.

Hetta soleiðis at tey ættleiddu kunnu:
– deila upplivingar
– deila royndir
– vera fyrimynd fyri hvussu ættleidd passa inn í umhvørvi

Maria greiddi eisini frá hennara upplivingum við at verða ættleidd úr einum fremmandum landi. Fyrst tá Maria fór útum sítt nærumhvørvi legði hon til merkis, at hon sá annarleiðis út enn øll hini rundanum hana. Heima í Føroyum vóru øll so von við at síggja hana, og øll vistu hvør hon var, og at hon var ættleidd úr Suðurkorea.

Í Amerika kalla tey asiatisk ættleidd fyri Twinkies. Gul uttaná og hvít innan. Uml. 78% av spurgdum ættleiddum Suðurkoreanarum í Amerika, søgdu seg ynskja at vera hvít tá tey vóru børn. Vit hava onga orsøk til at trúgva at hetta er annarleiðis fyri ættleidd í Føroyum.

Um tú hevur tørv ella áhuga fyri at koma í kontakt við onnur ættleidd, er tú vælkomin at seta teg í samband við Mariu. Tað kann eisini verða onkrar royndir ella spurningur tú ynskir at deila. Maria hevur gjørt ein lukkaðan bólk á Facebook ið kallast mentor.aettleiding. Tú er eisini vælkomin at seta teg í samband við Mariu við at senda ein teldupost til: mentor.aettleiding@gmail.com

Vit í Ættleiðingarfelagnum eru sera fegin um at Maria hevur tikið hetta stig, og ynskja henni góða eyndu við tiltakinum.

Maria

Comments are closed.

Ættleiðingarfelagið