Navigation top

Aðalfundur 31.03.2022

Fundarbók hjá Ættleiðingarfelagnum

Aðalfundur tann 31. mars 2022, kl. 17.00

Stað: Hotel Brandan, Tórshavn

Skrá fyri fundin:

1. Val av fundarstjóra og fundarskrivara

2. Frágreiðing frá formanninum um virksemi felagsins í farna ári

3. Framløga og góðkenning av rokniskapi

4. Innkomin uppskot

5. Virkilsætlan felagsins

6. Áseting av limagjaldi

7. Val av 5 nevndarlimum og 2 tiltakslimum

8. Val av 2 grannskoðarum

9. Ymiskt

 

 

FUNDARFRÁGREIÐING:

Bessi Bjarnasson, formaður felagsins, bjóðaði vælkomin.

1. Val av fundarstjóra og fundarskrivara: Annie Heinesen var vald til fundarstjóra og fundarskrivara.

2. Formansfrágreiðing: Bessi Bjarnason greiddi frá. Síðsti aðalfundur var sept. 2018. Corona v.m. hevur steðga virksemi Ættleiðingafelagsins. 4 nevndarfundir hava verið síðani seinasta aðalfund í 2018. BB bjóðaði D.I.A. vælkomnan.

3. Roknskapurin: Hákun Andreassen legði grannskoðaða roknskapin fram fyri árini 2018, 2019, 2020 og 2021. Roknskapurin varð góðkendur.

4. Uppskot: Eingin uppskot vóru komin til aðalfundin.

5. Virkisætlan felagsins: Av tí at øll nevndin skal skiftast út, var eingin virkisætlan.

6. Ásetan av limagjaldi: Av tí at Ættleiðingarfelagið hevur nóg mikið av peningið á bók tí eingin ættleiðigardagur hevur verið hildin í 3 ár, varð samtykt at skera verandi limagjali á 400 kr til familjur, ið hava ættleidd sum pør og 200 kr til familjur, ið hava ættleidd sum støk niður í helvt – ávíkavist 200 kr og 100 kr.

7. Val av nevndarlimum: Øll nevndin stóð fyri valið. Svanna V. Lützen og Hákun Andreasen vóru afturvald fyri 1 ár. Anna Byrgadóttir Petersen, Durita Aabæk Hansen og Jan Rasmussen vóru vald fyri 2 ár. Fundurin valgdu Mariann Mikkelsen og Annfríð Lind Sørensen sum eykalimir.

8. Ymiskt: Heidi í Homrum kom við uppskotið um samrøðubólkar fyri ættleidd við sálarfrøðingi.

9. Val av grannskoðarum:  Núverandi grannskoðari Birita Signýardóttir varð afturvald. Sonja Mørkøre var ikki tøk. Hákun spyr um hon vil halda fram sum grannskoðari.

 

Comments are closed.

Ættleiðingarfelagið