Navigation top

AÐALFUNDUR OG FRAMLØGA

  • Dóttur mín er 16 ár, kann hon biða um eina PAS samrøðu?
  • Hvussu bera vit okkum at um vit ynskja PAS ráðgeving?
  • Hvør hevur ráðgevingina?
  • Kann eg biða PAS ráðgevingina koma út á skúlan at hava eitt upplegg?
  • Vit hugsa um at ættleiða eitt barn aftuarat, hvussu gera vit nú?
  • Vit standa á bíðilasta, er nakað broytt í ættleiðingargongdini fyri okkara viðkomandi?

Tann 25. September 2018 kl. 19.00 í  Kollafjarðar skúla

hava tit høvi til at seta allar teir spurningar tit ynskja til nú Føroyar hevur yvurtikið familjurættarliga øki.

Monica Hjelm Rasmussen, sum er fakligur stjóri fyri Familjufyrisitingina, og Leila Olsen, heilsufrøðingur á Gigni koma í samband við aðalfundin at greiða frá m.a hvussu ættleiðingarskipanin fer at fungera nú vit hava yvirtikið málsøkið, hvat tað inniber at vit hava fingið PAS, og hvørji rættindi vit hava.

Skráin fyri aðalfundin, sambært viðtøkum felagsins:

  1. Val av fundarstjóra og fundarskrivara
  2. Frágreiðing frá formanninum um virksemi felagsins í farna ári
  3. Framløga og góðkenning av grannskoðanum roknskapi
  4. Innkomin uppskot
  5. Virkisætlan felagsins
  6. Áseting av limagjaldi
  7. Val av 3 nevndarlimum og 2 tiltakslimum.
  8. Val av 2 grannskoðarum
  9. Ymiskt

 

 

 

Comments are closed.

Ættleiðingarfelagið