Navigation top

FAMILJUFYRISITINGIN

Tann 29 juli 2018 yvirtók Føroyar familju-‚ persóns- og arvarættin, sama dag byrjaði Familjufyrisitingin sítt virksemi.

Familjufyrisitingin umsitur, vegna landið, ymiskar uppgávur innan familju- og persónsrættarligu økini. Familjufyrisitingin er myndugleiki undir Heilsu- og innlendismálaráðnum. 

Tað vil siga, at tá ynski er um at ættleiða, er tað nú Familjufyrisitingina man vendur sær til, har tá áður var Ríkisumboðið.

Samstundis komu nýggjar lógir í gildið í Føroyum, í ættleiðingarhøpi hevur tað stórst ávirkan á ráðgevingina, áðrenn og aftaná ættleiðing. Tað vil siga, at áðrenn ættleiðing er nú kravt fyrireikingarskeið, og eftir ættleiðing er PAS (PostAdoptionService) ráðgeving, har familjur kunnu venda sær til Gigni fyri at fáa ókeypis ráðgeving í samband við ættleiðingina, umframt at Gigni fer út á stovnar og hevur undirvísing.

 

 

 

Comments are closed.

Ættleiðingarfelagið