Navigation top

AÐALFUNDUR OG FAMILJUHUGNI Í HAVN

Tann 31 mars var D.I.A. í Føroyum og ynskti at halda familjudagin saman við okkum í Ættleiðingarfelagnum.

Vit høvdu ein kvøld saman í Hotel Brandan, ið byrjaði kl 17 við at John Martin Olsen, sum var tann fyrsti, ið varð ættleiddur til Føroyar segði frá síni lívssøgu. Hetta gjørdi hann so mikið væl at sjálvt tannáringananir sótu pinnastillir í ein tíma og lurtaðu.

Eftir hetta fóru børnini fóru at bowla meðan aðalfundurin varð hildin. Formansfrágreiðingin var løgd fram. Nevndin vísti á arbeiði seinastu árini, ið hava verið sera friðarlig orsaka av coronu farsøttini. Øll nevndin stóð fyri valið. Svanna V. Lützen og Hákun Andreasen vóru afturvald fyri 1 ár. Anna Byrgadóttir Petersen, Durita Aabæk Hansen og Jan Rasmussen vóru vald fyri 2 ár. Tiltakslimirnir, ið valdir vóru eru Mariann Mikkelsen og Annfríð Lind Sørensen. Grannskoðari Birita Signýardóttir varð afturvald.

Síðani helt D.I.A. ein upplegg um tilbagerejse, biologisk ophav og aktindsigt

Vit takka øllum teimum, ið vóru við og gjørdu kvøldið so væleydna og hugnaligt

NEVNDIN

Comments are closed.

Ættleiðingarfelagið