Navigation top

Evniskvøld um traumaumsorgan

Mánadagin 31. oktober 2022 kl. 17-20 bjóðar Ættleiðingarfelagið til evniskvøld á Hotel Brandan

Evniskvøldið snýr seg um trauma og traumaumsorgan. Undirvísari er May Britt Skjold, PAS ráðgevi.

Skrá:

  • kl. 17:00 May Britt bjóðar vælkomin
  • kl. 17:15 – 18:00 Trauma og traumaumsorgan
  • kl. 18:00- 18:15 Stuttur steðgur (okkurt lætt til matna)
  • kl. 18:15 – 19:00 framhald
  • kl. 19:00 – 19:15 Stuttur kaffisteðgur
  • kl. 19:15 -20:00 framhald
  • kl. 20:00 Liðugt

Evni, ið verða viðgjørd undir trauma og tramuumsorgan eru m.a. hesi:

  • Í hvønn mun er tað rætt ella skeivt, at ættleiðingarbørn sum meginregla eru traumatiseraði?
  • Hvat merkir tað at vera traumatiseraður, og hvussu leingi fylgir eitt møguligt trauma einum barni?
  • Hvat er eitt trauma í roynd og veru, og hvussu gera vit mun á teimum ymsu traumasløgunum?
  • Er eitt menningartrauma øðrvísi enn onnur sløg av trauma? Í so fall, hvussu er tað øðrvísi?
  • Hugtakið “post traumatisk vækst” verður presenterað. Hvat er tað fyri nakað, og hvussu kanst tú fáa jaliga menning burturúr einum trauma?
  • Traumaumsorgan, hvat er tað?
  • Og hvussu kann mann veita lekjandi umsorgan?
  • Hvat skalt tú sum ættleiðingarforeldur duga og megna at navigera í?

Tilmelding:

Send ein t-post á svanna@vesturdal.com ella sms 276126 seinast fríggjadagin 28. oktobur kl. 12.00.

Málbólkur: ættleiðingarforeldur og komandi ættleiðarar

Gevið gætur at framløgan er ikki ætlað børnum

Við kvøðum

Ættleiðingarfelagið

Comments are closed.

Ættleiðingarfelagið