Navigation top

VITJAN ÚR INDIA

Í mong ár eru børn úr India ættleidd til Føroyar.

Í 1999 vitjaði leiðarin fyri barnaheimið Bal Vikas Jaisita Panigrahi í Føroyum, og hitti børnini sum vóru ættleidd frá Bal Vikas og familjur teirra.

28 august kemur Jaisita Panigrahi aftur til Føroyar at vitja í eina viku.

Nú nógv av børnunum eru vorðin vaksin, gleðir hon seg  at hitta tey aftur.

Mikukvøldið 31 august verður skipað fyri indiskari Buffét í Skótahúsinum við Løkin í Runavík, har øll ættleidd úr India saman við familju og vinum eru hjartaliga vælkomin. Kostanaður fyri hvønn kr. 150,00

Tilmelding áðrenn sunnudagin 28 august.

Anna Maria –  fartlf 509910
Alis       – fartlf 291022
Leila      – fartlf 218315

Vinarliga,

Bal Vikas vinir í Føroyum

Comments are closed.

Ættleiðingarfelagið