Navigation top

FAMILJUDAGURIN Í HAVN 2016

Familjudagurin hjá Ættleiðingarfelagnum var í ár hildin sunnudag 22 mai í Sankta Frans skúla í Tórshavn.

13267777_10207496757791312_1671386338767549024_nSólin skein oman og niðan. Ein hoppiborg varð sett upp úti í skúlagarðinum har børnini stuttleika sær óføra væl.

13240738_10207496765191497_787988408607454824_nÍ ár varð valgt at broyta skránna eitt sindur í mun til hvat vanligt hevur verið onnur ár.

Dagurin byrjaði kl. 15 við einum drekkamunni.

Eftir hetta bleiv aðalfundurin hildin. Formansfrágreiðingin var løgd fram. Nevndin vísti á arbeiði seinasta árið og virkisætlan felagsins bleiv løgd fram. Kassameistarin Hákun Andreasen og skrivarin Jóhann Lutzen stóðu fyri valið. Teir ynsktu báðir at halda á fram og blivu valdir aftur. Tiltakslimirnir eru Høgni Tausen og Durita Aabæk Hansen.

13240592_10207496766271524_2240500986140718566_n

Natasha á Loftið greiddi frá um evni: – hevur húðalitur nakað at siga í uppvøkstrinum. og mamman Leila á Loftið greiddi frá hvussu tað var at arbeiða á einum barnaheimið í Indien.

At enda fingu vit náttura við einum kaffimunn við heimabakaðu køku omná, og so var leiðin sett heim aftur. Vit takka øllum teimum, ið vóru við og gjørdu dagin so væleydnaðan og hugnaligan 🙂

NEVNDIN

 

Comments are closed.

Ættleiðingarfelagið