Navigation top

THERESA ER EITT BØNARSVAR

Hendan greinin stóð at lesa í Sosialinum í juni 2012. Skrivað hevur Rannvá G. Fossaberg.

 At ættleiða eitt barn uttan úr heimi og skapa eina tilveru í Føroyum er ikki altíð líka lætt. Fyri fimm árum síðani fingu Laila og Óla Jákup Rólantsson eina gentu úr Kina.

– Í okkara føri hevur tað ikki bara verið ljósareytt at gerast foreldur, men fyri okkum er Theresa tað besta, sum kundi henda, siga Laila og Óla Jákup. At gerast foreldur er nakað av tí størsta, tú sum menniskja kanst uppliva, men at fáa heitið mamma ella babba er ikki eins ómakaleyst hjá øllum. Í nógv ár ynsktu tey bæði Laila og Óla Jákup at gerast foreldur, men tað skuldi ganga long tíð, áðrenn tey fingu eitt barn. Eftir at hava verið til 10 viðgerðir í Danmark fyri barnloysi, tóku tey avgerð um at ættleiða eitt barn úr Kina. At gerast foreldur á henda hátt er øðrvísi á mangar mátar.

– Tað er ein kollvelting fyri øll foreldur at fáa eitt barn. Sum foreldur at einum ættleiddum barni eru eisini avbjóðingar, júst eins og hjá øðrum barnafamiljum, men okkara avbjóðingar eru ofta nakrar aðrar, siga Laila og Óla Jákup, sum eru foreldur at 7 ára gomlu Theresu Fei Rólantsson.

theresa2Máttu taka skjóta avgerð

Tá Laila og Óla Jákup høvdu tikið avgerð um at ættleiða eitt barn uttan úr heimi, høvdu tey tikið fyrsta stigið á eini ferð, ið skuldi gerast rættiliga long og møtumikil.

-Tá vit skuldu undirskriva pappírini, skuldu vit skriva, nær vit vóru gift. Tað vóru vit ikki, so tískil máttu vit giftast skjótast gjørligt, greiðir Óla Jákup frá. Hetta var í 2004, og tey blivu gift 1. mai sama ár. Sum ættleiðingarforeldur skuldu tey velja, úr hvørjum landi tey ynsktu at ættleiða.

– Vit valdu Bulgaria, av tí at tad var lætt og skjótt at koma hagar, sigur Laila. Tey stóðu leingi á bíðilistanum at fáa eitt barn úr Bulgaria, líka til á vári í 2006, tá tey ruku av tí listanum, av tí at Bulgaria søkti um at koma upp í ES. Landið vildi vísa, at tey vóru før fyri at taka sær av sínum egnu, og tískil bar brádliga ikki til at ættleiða úr Bulgaria.

Tá Laila og Óla Jákup søktu um at sleppa at ættleiða, søgdu tey eisini ja til at ættleiða eitt barn, sum bar okkurt brek. Tí fingu tey í 2006 boð um, at tey kundu fáa ein drong úr Polen, sum var hoyribrekaður. Men eisini hesaferð brast dreymurin um at gerast foreldur. – Trupulleikin var tann, at hóast vit vóru góðkend til at ættleiða, so ynsktu myndugleikarnir, at drongurin varð ættleiddur av foreldrum, ið sjálvi høvdu hoyribrek. Tískil fingu vit ikki drongin úr Polen. Sjálvandi var tað enn eitt vónbrot, sigur Óla Jákup og leggur afturat.

So máttu vit hugsa, hvaðan vit nú vildu ættleiða. Har hugsaðu vit bara, hvaðan vit kundu fáa eitt barn sum skjótast, greiðir Óla Jákup frá. Eisini hesaferð vildu tey vera á einum sokallaðum Special Need lista, sum er listin við børnum, ið bera okkurt brek, eisini kallað Green Line-formidling. Ein fríggjadag ringir Danadopt til Lailu, og sagt verður, at ein kinesisk genta stendur teimum í boði. Bræv var sent úr Birkerød við vanligum posti. Hesum høvdu tey ikki tíð at bíða eftir, tí svar skuldi gevast longu mánamorgun, og tí játtaði Danadopt at senda teldupost við upplýsingum og myndum.

– Myndirnar av kinesisku gentuni, sum var hálvtannað ára gomul tá, vóru svart/hvítar við sera vánaligari dygd. Men tá vit sóu myndirnar, vóru vit als ikki í iva, og vit søgdu ja alt fyri eitt, sigur Laila. Brekið, sum lítla gentan bar, var ein pigmentfeilur á lendunum og lærinum, sum minnir um eitt stórt blátt merki. Hetta uppfata kinesarar sum eitt brek, hóast tað bliknar og hvørvur tá hon verður eldri.

theresa.jpg3Strævnir dagar í Kina

Fyrst í marts mánaði fór Laila saman við systir síni til Kina eftir dóttrini hjá sær og Óla Jákup. Teir fyrstu dagarnir, eftir at Laila hevði fingið Theresu, blivu tó ikki heilt sum væntað.

– Eg haldi, eg kann siga, at vit fingu onga góða byrjan. Tá eg fekk hana í fangið, græt hon, rópti og spenti seg út, soleiðis at eg illa nokk fekk borið hana, greiðir Laila frá, sum eftir at hava fingið Theresu fór á hotellið, har Theresa skuldi vera í nakrar dagar saman við mammu og mostir, áðrenn tær tríggjar skuldu fara heim til Føroya. Hesar dagarnar var Theresa órólig og  græt nógv, og tað fekk Lailu at undrast.

– Vit fingu at vita frá Danadopt, at hon var funnin á trappunum uttanfyri ein banka. Læknarnir, ið kannaðu hana, mettu hana at vera umleið fimm vikur, tá hon bleiv funnin. Tá eg fekk Theresu græt hon og rópti eitt nú mama og baba á kinesiskum. Eg skilti ikki hví hon rópti eftir foreldrunum, tí hon átti jú ongi, sigur Laila. Hon fekk so at vita frá myndugleikunum, at Theresa hevði verið í pleygu hjá eini familju, og ikki bert hevði búð á barnaheiminum.

– Tá dugdi eg betri at skilja, hví hetta neyðars barnið græt og hevði tað so ringt, minnist Laila. Seinni hava Laila og Óla Jákup fingið at vitað, at barnaheimið í Kina hevði sent boðini um pleygufamiljuna hjá Theresu til Lailu og Óla Jákup, men onkursvegna komu tey boðini ongantíð fram. Sjálv veit Theresa, at hon er fødd í Kina, og at Laila og Óla Jákup ikki eru hennara biologisku foreldur.

– Vit hava valt at vera opin um søguna hjá Theresu, og hon veit, at hon er fødd í Kina, og at hon búði har til hon var tvey ára gomul. Vit hava tó ikki fortalt henni onkrar av keðiligu detaljunum, sum eru partur av hennara søgu, sigur Óla Jákup. Laila og systirin vóru í tilsamans 11 dagar í Kina saman við Theresu, áðrenn tær kundu fara heim til Føroya. Fyri Óla Jákup, sum bíðaði eftir teimum í Føroyum, var tað ein undarlig kensla at vita, at nú høvdu tey endiliga fingið eitt barn.

– Eg sat heima, og hóast Laila ringdi til mín og sendi myndir, so hevði eg eitt sindur ilt við at trúgva, at vit áttu fittu gentuna á myndunum, sigur Óla Jákup, sum fyrstu ferð slapp at síggja Theresu veruliga 14. marts í 2007.  Fagnaður á flogvøllinum.  Tá Laila kom til Føroya við dóttrini, vóru bæði familja og vinfólk komin á flogvøllin at taka ímóti.

– Øll vóru glað og vildu fegin heilsa upp á dóttur okkara, sigur Laila, sum minnist, tá Óla Jákup helt í dóttrini fyrstu ferð á flogvøllinum í Vágum. Eitt minnið, sum eisini stendur sera klárt í huganum hjá Óla Jákupi.

–  Hon góðtók meg alt fyri eitt sum verandi pápi hennara, sigur Óla Jákup. Fyri hansara viðkomandi var tað ikki fyrr enn henda dagin, at hann veruliga merkti eina foreldrakenslu.

– Alt hevði verið so óvist, og tí trúði eg ikki veruliga, at eg var blivin pápi, fyrr enn eg helt henni, sigur Óla Jákup. Sama dagin sum Theresa var komin til Føroya, bjóðaðu tey teimum nærmastu heim til ein drekkamunn, men annars gjørdu tey ikki stórvegis burturúr, at tey nú vóru blivin foreldur.  Áðrenn Laila fór til Kina eftir Theresu, høvdu hon og Óla Jákup innrættað eitt barnakamar við leikum, eini song, bókum og øðrum, og Theresa treivst skjótt í sínum nýggja umhvørvi.

– Vit hildu, at hon ivaleyst fór at kenna seg tryggast við at sova inni hjá okkum, men tað vildi hon ikki. Hon vildi sova í síni egnu song inni í barnakamarinum, greiðir Laila frá.  Tá tey fingu Theresu var hárið heilt stutt klipt, so hon líktist einum drongi. Orsøkin segðist vera, at í Kina var tað fínari at hava dreingir í pleygu enn gentur, tí vórðu genturnar bæði kliptar og ílætnar sum dreingir.  – Vit lótu hárið vaksað, so hon fekk langt hár, og so fekk hon sjálvandi eisini meira gentulig klæðir, fortelur Laila, meðan hon vísir myndir av Theresu, har hon situr í ljósareyðum klæðum, og hárið er í rottuhalum.

theresa4Át frikadellir við pinnum.

Foredrini hava, líka síðani tey fingu Theresu, tikið eina rúgvu av myndum av dóttrini. Serliga eru nógvar ”fyrstu ferð”-myndir, har Theresa eitt nú etur banan, er í bað, hittir systkinabørn og so framvegis. Laila og Óla Jákup minnast væl fyrstu máltíðina saman við Theresu heima í Føroyum.

– Fyrstu ferð vit sótu við døgurðaborðið, ótu vit fiskafrikadellur. Theresa át við pinnum, tí tað var hon von við úr Kina, fortelur Laila, sum hevði nógvar pinnar heim við úr Kina, sum Theresa brúkti fyrstu tíðina. At dóttirin hevði búð á barnaheimi í Kina ímillum nógv onnur børn kom týðiliga til sjóndar teir fyrstu mánaðirnar, eftir at hon var komin til Føroya. Eitt nú tóktist Theresa vera bangin fyri, at hon ikki fekk nóg mikið av mati, tá lítla familjan var savnað um døgurðaborðið.

– Hon át nógv og øgiliga skjótt. Um ein av okkum reistist frá borðinum lítla løtu, og hon sá mat liggja á tallerkinum, skundaði hon sær at býta um tallerkar, soleiðis at hon hevði mest á sínum tallerki, minnist Óla Jákup.

– Tað gekk nakað av tíð, áðrenn hon vandi seg við, at vit vildu mussa og klemma hana. Tað hevur sikkurt nakað at gera við, at kinesarar sum heild eru eitt fólkaslag, sum ikki er serliga kjerlig við hvønn annan, ella í hvussu so er klemmast tey ikki líka nógv, sum vit í í Føroyum. Theresa hevur allarhelst ikki verið so von við at vera verða klemmað, sigur Laila og leggur afturat, at í dag er Theresa hinvegin ein sera kjerlig genta, sum tímir væl at fáa og geva klemm.

Theresa1Sálarligt trýst

Hóast Theresa stórtrívist í dag, hevur stóran vinarskara og klárar seg væl í skúlanum, dylja tey bæði Laila og Óla Jákup ikki fyri, at tilgongdin, frá tí tey ynsktu sær eitt barn og til í dag, til tíðir hevur verið sera møtimikil og mangan hevur sett tey undir eitt stórt sálarligt trýst.

– Tá vit bíðaðu eftir at fáa eitt ættleitt barn, gjørdust vit fleiri ferðir vónbrotin, av tí at ymsar forðingar vóru á vegnum. Tað gjørdi eisini, at eg næstan ikki tordi at trúgva upp á, at eg skuldi verða pápi, fyrr enn eg stóð við Theresu í ørmunum. Tískil var eisini torført at fyrireika seg sálarliga til at fáa eitt barn, greiðir Óla Jákup frá. Eisini Laila kennir til kensluna av at vera trýst sálarliga, tí nakrar mánaðir eftir at Theresa var komin til Føroya, fekk Laila eina depressión.

– Júst eins og Óla Jákup helt eg tað vera torført at fyrireika seg, men tað var serliga tíðin í Kina saman við Theresu, sum hevði stóra ávirkan á meg, sigur Laila og vísir á, at júst tann løtan, har hon fekk Theresu í føvningin fyrstu ferð, als ikki bleiv soleiðis, sum hon hevði væntað. – Eg hevði hoyrt fólk fortelja, um hvussu hugnalig og stuttlig tann løtan var, tá tey fingu barnið, og tískil væntaði eg, at soleiðis fór eisini at verða, tá eg fekk mítt barn. Eitt deiligt smílandi barn við longum lekrum hári, sum beinanvegin tók ímóti mær sum heimsins bestu mammu var kanska dreymurin.

Men tað var bara als ikki so ljósareytt, sum eg roknaði við, greiðir Laila frá. Við góðum stuðli bleiv Laila skjótt frísk aftur og hevur tað framvegis gott. Laila og Óla Jákup halda ikki, at tey verða uppfatað av øðrum fólkum sum øðrvísi, av tí at tey hava ættleitt eitt barn, men onkuntíð seta fólk teimum spurningar, sum tey halda eru heldur undarligir at seta.

– Samanumtikið eru fólk fitt, men tað eru altíð nøkur, sum seta skítbýttar spurningar. Onkur hevur spurt, um Theresa dugir kinesiskt, um hon bara etur rís, bara dugir at eta við pinnum og um hon er fongd við onkrari sjúku, sigur Óla Jákup.

theresaElska lívið sum foreldur

Foreldrini hjá Theresu halda ikki, at Theresa í gerandisdegnum merkir stórvegis til, at hon er ættleidd.

– Børn eru børn, og sjálvandi seta tey henni onkuntíð spurningar, tí hon hevur eina aðra útsjónd enn flestu av hinum børnunum. Spyrja tey um skeivu eyguni ella svarta hárið, svarar hon bara ”jamen tað er tí, at eg eri úr Kina”, sigur Óla Jákup. Sjálvsálitið er gott. Fyri foreldrini bæði hevur størsta avbjóðingin verið vissan um, at Theresa hevur tað gott og klárar seg.

– Theresa hevur upplivað ting, sum onnur børn ikki hava, sum til dømis at missa og verða tikin frá tí kenda. Meira enn eina ferð. Tí eru vit eisini ógvuliga tilvitað um, hvussu hon hevur tað, og leggja stóran dent á, at hon ongantíð skal kenna seg svikna. Ein møgulig reaktión upp á tað, hon hevur upplivað sum heilt lítil, lúrir altíð, sigur Laila.

Eftir at tey fingu dóttrina, er gerandisdagurin broyttur fullkomiliga, men lívið sum foreldrum dámar teimum framúr væl.

– Lívið er fullkomiliga broytt, nú vit hava eitt barn, tí alt skal lagast til tørvin hjá barninum. Eitt nú kunnu vit ikki arbeiða líka nógv, sum vit gjørdu áðrenn, og vit eru stórt sæð ongantíð úti í býnum saman, siga Laila og Óla Jákup næstan við ein munn og smílast. At sjey ára gamla Theresa hevur ríkað tilveruna hjá teimum báðum, er eingin ivi um.

– Hvørt kvøld takki eg Gudi fyri, at hann lat meg blíva mamma. Theresa er einki minni enn eitt bønarsvar, sigur Laila.

theresa og vit s

 

 

 

 

 

One Response to THERESA ER EITT BØNARSVAR

  1. Birita Signýardóttir 04.07.2013 at 23:45 #

    sera góð grein um tykkum Laila, Óla Jákup og Theresa

Ættleiðingarfelagið