Navigation top

FYRSTA KINATREFFIÐ

KinamatKinabólkurin á Facebook varð stovnaður herfyri fyri at savna tey foreldur, sum hava ættleitt børn úr Kina, og tey børn, sum eru ættleidd úr Kina. Ætlanin var bæði at skapa eitt netverk og at samskifta soleiðis, at øll kunnu leggja út kunning, hent ráð og myndir.

Bólkurin fekk sera góða undirtøku, soleiðis at leygardagin 15. juni savnaðust tey flestu ættleiðingarforeldur við børnum úr Kina og flestu børnini til ein hugnaligan seinnapart hjá Halldis Joensen og Jónleif Muller í Havn.

Bæði foreldur og børn hugnaðu sær óført og ongin ivi er um, at slíkt átak verður endurtikið. Tað var stuttligt hjá foreldrum at hittast, at práta um royndir og avbjóðingar, og ikki minst var tað stuttligt hjá børnunum, at koma at kenna sínar líkar, nakað, tey tóktust sera fegin um.

Hetta vóru flestu føroysku ættleiddu børnini úr Kina, sum hittust. Ivasamt er, hvussu mong børn verða ættleidd úr Kina aftrat, tí krøvini eru nógv herd og bíðitíðin er í løtuni yvir 6 ár og økist alsamt.

Kinagentur

2 Responses to FYRSTA KINATREFFIÐ

  1. marianna heinesen 18.06.2013 at 14:59 #

    Hatta var eitt gott stig at taka!!!! Júst hatta er sooo ótrúliga gott fyri børnini vildi eg meint! vónandi verður hatta ikki fyrstu ferð tit hittast! Vinaliga, marianna

  2. Laila Rólantsson 18.06.2013 at 18:13 #

    Takk Marianna 🙂
    Ja tað er so púra sikkurt at vit hittast aftur, tað var ordiliga deiligt 🙂
    Og vónandi vera tað fleiri sum gera sum vit 🙂
    Vh. Laila

Ættleiðingarfelagið