Navigation top

10 TING BETUR ÓSØGD

Lat meg byrja við at gera púra greitt, at eg eri ættleiðingarmamma við stórum Æ. Ein sannroynd eg gleðist um og eri errin av. Samstundis má eg viðganga, at leitar hugurin nøkur ár aftur í tíðina, hevði eg lyndi til at halda, at ættleiðingarforeldur vóru rættiliga sjarrut, ovursint og rætthugsin í sínum áskoðan um ættleidd børn og uppaling. Kanska eisini, at tey ikki altíð fataðu, at teirra ættleiddu børn ikki vóru stórt øðrvísi enn øll onnur føroysk børn.

Nú eru 4 ½ ár longu farin síðan stóra avgerðin um ættleiðing varð tikin. Umsóknarpappírini vórðu við ristandi hond og summarfuglum í búkinum løgd í postkassan uttanfyri posthúsið í Leirvík eitt kalt hóskvøld í september 2003. Hetta hevur verið eitt tíðarskeið eg ikki bert einaferð, men tvær ferðir havi fingið gleðiligu boðini frá Ríkisumboðnum um, at ein lítil drongur bíðaði eftir mær og manni mínum í Addis Ababa Etiopia og eg kann staðfesta, at eg eri vorðin líka sjarrut, ovursint og rætthugsin í mínum áskoðanum um ættleiðing, sum eg áðrenn helt onnur ættleiðingarforeldur vera.

Eg havi hetta tíðarskeið fingið staðfest í ríkiligt mát, at ættleidd børn í næstan øllum lívsins viðurskiftum veruliga ikki eru øðrvísi enn teirra heimagjørdu føroysku javnaldrar. Somuleiðis, at ættleiðingarfamiljur virka á júst sama hátt sum flest øll vanlig føroysk húski gera. Og so kortini. Tað eru nøkur ting tú fyri tína egnu skyld við hesum verður biðin um ikki at siga við ein ættleiðara. Í hvussu so er, um tú vilt sleppa undan annaðhvørt einum longri, ovursintum og sera sera sera rætthugsandi brokkmanslestri av tí sjarruta slagnum ella einum undanførandi suffi og himmalvendum eygum, sum týðiliga vísa, at ættleiðarin metur teg lítið hava skilt av stóru gátuni, sum eitur ættleiðing.

Lat okkum taka nøkur dømi um heldur óhepnar útsagnir, sum lættliga kunna fáa ættleiðingarforeldur upp á kók. Útsagnir sum øll ættleiðingarforeldur longu hava hoyrt ella onkuntíð fara at renna seg í. Legg til merkis, at vit foreldur eru greið yvir, at aloftast verður slíkt sagt uttan at nakað ilt býr undir. Kortini kann tað raka meint og annaðhvørt sára ella staðfesta, hvussu langt tað mangan er millum hugsunarháttin hjá einum, sum ikki kennir til ættleiðing og ættleiðingarforeldrum:

1. Barnið verður nevnt ”fosturbarn”
Ættleidd børn eru ikki fosturbørn. Tey eru limir í familjuni og ættini og hava t.d. arvarætt á júst sama støði sum øll onnur.

2. Man verður jú líka góður við tey sum síni egnu børn!
Øll míni børn eru míni egnu børn. At tvey av teimum eru komin til okkum gjøgnum ættleiðing er óviðkomandi. Tey eru ikki børnini hjá nøkrum øðrum. Tað liggur í sjálvum orðinum ættleiðing. Barnið verður leitt inn í ættina og verður ein fullgildur limur á ættartalvuni.

3. Hví ættleiða tit, tá tit eiga tykkara egnu børn áðrenn?
Hví skuldu vit ikki ættleitt um tað er okkara ynski at gerast foreldur á hendan hátt? Hevði tú torað at sett sama spurning til eitt par, sum velur eftirgjørdan gitna?

4. Bíða bara, tá tykkara ættleidda barn er komið so verður tú við barn, tað kenni eg fleiri dømi um!
Tá avgerðin um at ættleiða er tikin, so er tað eitt ættleitt barn familjan ynskir sær. Ættleiðingin er ikki ein neyðloysn nú støðan er sum hon er, men ein sera stór hending, sum ikki á nakran hátt stendur aftanfyri, at eitt barn kemur í familjuna á meira vanligan hátt.

5. Hvussu nógv kostaði hann?
Ómetaliga nógv tol, stórar avgerðir og kanska ikki sørt av tárum. Men er tað pening tú hugsar um, so kosta ættleidd børn ikki ein krónu. Tey eru púra ókeypis. Satt at siga so er tað í øllum framkomnum londum (flest øllum tilafturskomnum við) ólógligt at keypa og selja menniskju. Tað sum kostar er pappírsarbeiði, læknaváttanir, umsiting, ferðing o.s.fr.

6. Hann er ikki so øgiliga myrkur, eg væntaði hann fór at vera nógv myrkari!
Mangan verður slíkt sagt meðan barnið hoyrir. Tað er altíð sera ófólkaligt at tosa um útsjóndina á einum øðrum menniskja, um tað so er eitt lítið barn ella ein tilkomin, um tað er ættleitt ella ikki. Og hvat skulu barnið og foreldrini brúka slík úttalilsir til? Merkir tað, at barnið hevði verið minni vert í tínum eygum um tað t.d. var bikasvart?

Í eygunum hjá foreldrunum er barnið okkara líkamikið hvør liturin er. Veruligur foreldrakærleiki verður ikki greinaður í litum.

7. Sum tit eru heppin, at tit fingu hann so ungan!
Nei vit eru ikki heppin tí vit fingu eitt ungt barn. vit eru heppin tí vit fingu júst okkara elskaða barn, sum vit hava bíðað og longst eftir í nógv ár. Vil tú við hesum siga, at tey sum hava bíðað og longst eftir einum barni eldri enn okkara ikki eru eins heppin sum vit?

Eitt barn er eitt menniskja og eitt ættleitt barn er eitt menniskja sum av eini ella aðrari orsøk hevur havt fyri neyðini at finna nýggj foreldur. Tað er ikki ein minni vinningur fyri familjuna, at barnið fær nýggj foreldur tá tað er 3 mánaðar enn tá tað er 3 ella kanska 5 ár. Avbjóðingarnar verða kanska øðrvísi, men kærleikin altíð tann sami.

8. Hvussu verður, tá hann fer at vilja finna sína ordiligu mammu?
Hygg í kirkjubókina. Har er staðfest, at eg eri hansara veruliga mamma og maður mín er hansara veruligi pápi. Flestu ættleiðingarforeldur eiga harumframt nógv skjøl. eisni úr heimlandinum hjá barninum, sum gera sólarklárt at tey eru barnsins foreldur. Fer hugurin at leita aftur til upprunan og fyrsta heimlandið at vísa seg, tá barnið verður eldri, so vilja flest øll ættleiðingarforeldur við gleði og takksemi stuðlað barninum í leitingini.

9. Tá fleiri ættleidd børn eru í familjuni: Eru tey ORDILIG systkin?
Tað kann mangan vera torført hjá einum, sum lítið ella einki kennir til ættleiðing at vita, hvussu man rættast málber seg. Eg eigi 4 børn. Tvey eru heimagjørd tvey eru ættleidd. Spyrst tú meg, um tey øll eru verulig systkin, so má svarið sjálvandi vera eitt avgjørt ja. Tey búgva í sama húsi, tey kenna seg sum systkin og tey skikka sær sum systkin bæði tá gongur við og tá gongur ímóti. Spyrst tú meg um tey bæði ættleiddu eru ordilig systkin so má svarið aftur vera eitt avgjørt ja. Les teirra føði- og dópsbrøv. Bæði á etiopiskum og føroyskum máli stendur skrivað, at eg eri mamma teirra og maður mín pápi teirra. Spyrst tú meg so, um teir hava somu mammu má eg tí aftur svara ja. Tað eri eg.

10. Ikki tí eg havi nakað ímóti fólki við øðrvísi uppruna, men í hesum døgum er tú nú vís í, at barnið fer at fáa tað gott í Føroyum?
Bara við at koma við einari útsøgn sum hesari so hevur tú longu staðfest, at tú hevur hug at greina fólk í rættar føroyingar og so øll hini. Tak fyrst í egnan barm, og royn at hugsa um, hvussu tú kanst stríðast fyri at ættleidd sleppa undan at merkja mismun.

Vit ætteiðingaforeldur kunna ikki vera vís í, at okkara børn fara at fáa eitt lív uttan rasismu ella annan mismun. Men vit vilja gera okkara besta fyri at royna at hjálpa teimum til at gerast heilskapt menniskju. Rættar føroyingar, sum samstundis eru stoltir av og virðismeta sín  øðrvísi uppruna

vinarliga
Anja Andreasen, ættleiðingarmamma

Comments are closed.

Ættleiðingarfelagið