Navigation top

Ættleiðingarstuðulin verður hækkaður

Fríggjadagin 29. februar móttók Ættleiðingarfelagið niðanfyristandandi teldupost frá umsitingin hjá landsstýrismanninum.

Hóast tað ikki verður fyrr enn á Ólavsøku, so fegnast Ættleiðingarfelagði mikið um, at landsstýrismaðurin fer at leggja fram uppskot um at hækka stuðulin til ættleiðing. Hetta er nakað sum øll sum ættleiða kunnu fegnast um.


Til Ættleiðingarfelagið,
Landsstýrismaðurin í almannamálum fer á Ólavsøku at leggja uppskot fyri Løgtingið um at hækka stuðulin til ættleiðing. Vegna knappa framløgufreist, hevur ikki verið møguligt at fáa lógaruppskotið í Løgtingið hesa setuna, tí stundir hava ikki verið til at fáa lógaruppskotið til neyðugu hoyringarnar og til lógartøkni í Løgmálaráðnum. 

Landsstýrismaðurin kann sjálvsagt ikki forða Ættleiðingarfelagnum at royna aðrar leiðir. Hinvegin ynskir hann heldur ikki at skunda málið ígjøgnum, tí formligu reglurnar skulu sjálvsagt haldast.
Vinarliga

Almanna- og heilsumálaráðið.

Comments are closed.

Ættleiðingarfelagið