Navigation top

Kunning frá nevndini

Nevndin í Ættleiðingarfelagnum hevur hildið nakrar fundir síðani aðalfundin í apríl.

Fleir mál hava verið á skrá og av teimum fyrstu var skipan av nevnd. Nevndin heldur áfram við Heðin D. Poulsen sum formanni, Olaf Olsen sum skrivara og Onnu Magnussen sum peningarøkil. Yohan Borðoy og Heidi í Homrum eru nýggj í nevndini og eru vanligir limir.

billede-047

Familjudagurin á Eiði er eftirmettur og er nevndin av teirri fatan, at dagurin eydnaðist væl, sum tó hevur fingið ymisk hugskot frá limum til næstu ferð.

Fyrireikingarnar til Familjudagin 2011 eru byrjarar og verður dagurin hildin í skúlanum á Løgmannabreyt tann 30. apríl 2011. Nærri kunning um hetta seinni.

Fyrireikingarnar til ungdómstiltakið eru um at vera komnar undir land. Tiltakið verður hóskvøldið 23. september, meira kunning verður um hetta heilt skjótt.

Áhugaði eru vælkomnir at seta seg í samband við nevndarlimir við uppskotum um tiltøk felagið kundi skipað fyri.

Nevndin

Comments are closed.

Ættleiðingarfelagið