Navigation top

Fundur við Ríkisumboðið

Týsdagin 20 mai hevði nevndin í Ættleiðingarfelagnum fund við Ríkisumboðið. Endamálið við fundinum var at koma í samband við ættleiðingarmyndugleikan, fáa dagførda kunning um broyttar mannagongdir og bjóða Ættleiðingarfelagið fram sum aktivan viðleikara hjá myndugleikunum..

Frá Ríkisumboðnum møttu fulltrúarnir, Dorte Palm Mortensen og Trine Rønhoff Hansen og frá Ættleiðingarfelagnum Heðin D. Poulsen og Anja Andreasen.

Fulltrúarnir greiddu frá, at lóggávan á ættleiðingarøkinum í Føroyum er broytt, so hon nú meira samsvarar við lóggávuna í Danmark.. Tí er uppgávan hjá teimum sum myndugleika ikki tann sama sum fyrr, og Ríkisumboðið er til dømis ikki longur so nógv íblandað ættleiðingartilgongdina eftir, at ættleiðingarloyvið er givið.

Í høvuðsheitum eru fleiri uppgávur í samband við innsavnan av persónligum upplýsingum um umsøkjararnar lagdar út til umsøkjararnar sjálvar at heinta inn, eitt nú viðvíkjandi teimum fíggjarligu viðurskiftunum. Hetta gevur umsøkjarunum betri møguleika at stýra og skunda undir tilgongdina.

Fyrr var tað soleiðis, at tá ættleiðingarfelagsskapurin gav tilsøgn um barn í boði, so vóru skjølini send Ríkisumboðnum, sum síðani kallaði foreldrini inn til fund og har vísti teimum upplýsingarnar um barnið og møguligar myndir. Hetta er broytt soleiðis, at nú sendir ættleiðingarfelagsskapurin somu skjøl beinleiðis til foreldrini. Um altso barnið av barnalæknunum í Danmark er mett at vera innanfyri góðkenningina hjá foreldrunum. Ein slík broyting hevur lætt um arbeiðið hjá myndugleikanum og kann mannagongdin forða fyri óneyðugum seinkingum.

Í stóran mun er ættleiðingarlóggávan í Føroyum tann sama sum er galdandi í Danmark. Ávísar tekniskir ásetingar eru tó øðrvísi, og ein avgerandi munur er, at føroysk ættleiðingarforeldur eru ikki noydd at taka eitt skeið um ættleiðing, sum øll ið skulu góðkennast til ættleiðing í Danmark skulu.

Tað var hildið at vera fleiri orsøkir til, at skeiðið ikki var neyðugt fyri føroyskar familjur. Ein av orsøkunum var kostnaðurin og úrtøkan frá slíkum skeiði. Frá Ríkisumboðnum søgdu tey, at teirra royndir av føroyskum ættleiðingarforeldrum vóru sera góðar. Tey mettu føroysk ættleiðingarforeldur sum seriøs og nevndu, at tá eini komandi foreldur høvdu tikið avgerð um at ættleiða, so var tað eyðsýnt, at avgerðin var neyvt umhugsa og væl fyrireika.

 

Comments are closed.

Ættleiðingarfelagið