Navigation top

ETIOPIEN-TREFF

Leygardagin 1. mars hittust ættleidd børn úr Etiopien og familjur teirra í skúlanum í Kaldbak. Undirtøkan var sera góð – 31 vaksin og 26 børn møttu upp.
img_8244

Bæði foreldur og børn hugnaðu sær óført. Tær báðar etiopisk føddu Betelhem úr Kvívík og Tezeta úr Leirvík greiddu frá um Etiopien. Eisini lærdu tær okkum etiopiskan dans – ella royndu í øllum førum og onkur bleiv hálaður út á gólvið til dans og rútmu 🙂 Á sjónbandi sóu vit flott flætta hár og etiopiskar tjóðarbúnar.

img_07541   img_07921 img_07931 img_07911

 

 

Menuin var etiopisk –  injera og grýturættur. Annarleiðis, men sera vælsmakkandi og tey flestu dámdu væl. Matin hevði etiopiska Kittinesh búsitandi í Gøtu gjørt. Hesar vóru við á degnum og møttu upp í etiopiskum tjóðarbúnum og setti hetta sítt dám á dagin.

img_07711 img_07681 img_07861 img_07871

 

 

 

Ein sera væleydnaður og deiligur dagur. Børnini hugnaðu sær saman og sera stuttligt var at fáa hjálp frá etiopiskum kvinnum, takk fyri tað.

Annars takka vit fyri alla tað hjálp og vælvilja fólk vístu.

Vinarliga

Birita og Annie

Comments are closed.

Ættleiðingarfelagið