Navigation top

AÐALFUNDUR 27. APRÍL 2013 Í DEPLINUM Í SKÁLAVÍK

FUNDARFRÁGREIÐING

Ragnar Simonsen, formaður felagsins, bjóðaði vælkomin og greiddi frá at hví avgerðin var tikin um at hava familjudagin og aðalfundin í Deplinum í Skálvík.

Val av fundarstjóra: Nevndin skeyt upp at Pauli Trónd Petersen í Vestmanna skuldi vera fundarstjóri. Eingin hevði nakað ímóti tí, og uppskoti var samtykt.

Formansfrágreiðing: Ragnar segði at nevndin bleiv skipað á fyrsta nevndarfundi.

Annars var tað fyrsta tiltaki hjá felagnum at hava fund við Danadopt og vera við til teirra kunningfund her í Føroyum.

Felagið hevur tosað um at fáa longt barsilsfarloyvi fyri ættleiðingarforeldur.

Annie hevur vegna felagið arbeitt við at einligi, sum ættleiða, skulu kunnu fáa barnapengar. Uppskotið liggur hjá landsstýriskvinnuni í almannamálum, sum arbeiðir við málinum.

Felagið hevur eisini havt fleiri fundir um familjudagin, har vit hava planlagt hvussu dagurin skal vera.

Annie Heinesen og Anna Magnussen hava sent út teldupostar til nógvar fyritøkur, fyri at fáa tær at stuðla Ættleiðingarfelagnum. Hetta vísti seg at vera sera trupult, tó at nakrar fyritøkur góvu játtandi svar.

Annie Heinesen og Anna Magnussen hava eisini skipa fyri einum evnisdegi við Anne Jensen, psykologi, við heitinum at skilja, ráðgeva og viðgera ættleidd børn og ung. Evnisdagurin var fyri yrkisfólk og 80 fólk meldaðu til. Tað halda vit vera sera gott og halda at hetta er prógv um at tað er brúk fyri kunning til yrkisfólk.

Felagið arbeiðir eisini við at fáa eina PAS-skipan í Føroyum. Enn er ikki avgreitt hvussu hetta skal skipast. Møguleiki er at ein psykologur (ella 2 í hálva tíð) verður settur hjá Sernám ella Gigni, sum skal hava viðtalur við ættleiðingar foreldur og børn og skal fara út á stovnar og skúlar at læra starvsfólkini har.

Ragnar upplýsti at fleiri fjølmiðlar hava sett seg í samband við Ættleiðingarfelagið við spurningum viðvíkjandi nógvu umrøðuna um ættleiðing, ið hevur verið í donskum miðlum í seinastuni. Felagið hevur sagt at tað úttalar seg ikki alment, men vísir til Ríkisumboðið og ættleiðingarfeløgini í Danmark.

Roknskapurin: Anna Magnussen legði grannskoðaða roknskapin fram. Hann varð góðkendur.

Uppskot: Eingin uppskot vóru komin til aðalfundin, men Helgi Hansen skeyt upp at viðtøkurnar hjá felagnum broyttist, soleiðis at §4 broytist til at “Aðalfundurin er hægsti myndugleiki felagsins og verður hildin á hvørjum ári í apríl ella mai mánaði við hesari skrá:” Fundurin avgjørdi at felagið skuldi arbeiða við at fáa viðtøkurnar broyttar.

Val av nevndarlimum: Anna Magnussen og Annie Heinesen stóðu fyri vali. Anna Magnussen ynskti ikki at stilla upp aftur. Fundurin valgdi Biritu Singýardóttir í nevndina.

Val av eykalimum: Fundurin valgdi Fridu Jóannesardóttir og Paula Trónd Petersen sum eykalimir.

Val av grannskoðarum: Ein eini ella aðrari orsøk stóð hetta punkt ikki á fundarskránni, og tí var einki val av grannskoðarum. Núverandi grannskoðarar eru Mary Ann Hansen og Sonja Mørkøre. Báar hava sagt at tær gjarna vil halda fram sum grannskoðarar. Hesar báðar hava verið grannskoðarar í fleiri ár.

Fundur lokin kl. 13:45.

Comments are closed.

Ættleiðingarfelagið